Mjølnir best fyri

Lena í Buð, sum hevði longstu servurøðina í kvinnufinaluni, helt styrki- og kropsvenjingina undan kappingini koma liðnum til góðar leygardagin

– Eg má siga, at eg hevði væntað áðrenn, at tað kundi gerast ein fimmsettari, tí SÍ-kvinnurnar fóru at geva okkum mótstøðu og vildu væl minst líka gjarna vinna, sum vit, segði Lena í Buð, sum í fyrsta setti næstan einsamøll servaði Mjølnir á sigurskós.
Hon helt tó, at tað kom liðnum til góðar, at venjingin longu undan kappingarbyrjan var so hørð og miðvís:
– Fitness-tímarnir hjá okkum munaðu væl nú, tí vit hava vant øgiliga hart. Longu áðrenn kappingin fór í gongd, vandu vit fimm ferðir um vikuna, har vit bæði runnu og lyftu vektir, segði hon.
– Tí vistu vit, at vit vóru í góðum formi, so ein fimmsettara skuldu vit nokk klára. Og tað vísti seg eisini, at okkara kropsliga yvirskot somuleiðis gav sálarligt yvirskot, tá brúk var fyri tí.