Mjólkin verður dýrari

Nú verður tað dýrari at keypa mjólk!

Tað verður avleiðingin, verður uppskotið til fíggjarlóg fyri 2011, samtykt óbroytt. Í uppskotinum hevur samgongan skert stuðulin til mjólk eina millión krónur.

Eirikur Thorvaldsson, stjóri á MBM, sigur, at hetta fer at gera hvønn mjólkarpakka eini 15 oyru dýrari frá Mjólkarvirkinum.

Men av tí at øll gjøld og vinningur aloftast verða roknað í prosentum, skal væntast, at hvør pakki av mjólk fer at verða eini 20 oyru dýrari at keypa í handlinum, bara av hesi orsøk, altso vissi handlarnir ikki seta eyka vinning á.

Kortini er tað ikki vist, at hendan broytingin verður til nakað, tí summi tingfólk hava sagt, at tey eru ímóti hesi ætlanini.

Eitt nú boðaði Mikkjal Sørensen úr Javnaðarflokkinum frá at, flokkurin hevði boða frá, at hetta er ikki ein hækking, tey taka undir við, tí tað rakar húski við børnum. Samstundis boðaði Eyðgun Samuelsen, limur Javnaðarfloksins í fíggjarnevndini, frá, at hetta var eitt mál, sum fíggjarnevndin mátti hava eitt vakið eyga við.