Mjólkin smakkar av kornfleks

Fleiri fólk hava varnast, at mjólkin frá MBM hevur smakkað sindur øðrvísi.

Fleiri fólk hava varnast í dag, at mjólkin frá MBM hevur smakkað eitt sindur øðrvísi enn vanligt.


- Vit eru varug við trupulleikan. Talan er um eina framleiðslu, har smakkurin er eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Tað sum er hent er, at mjólkin hevur fingið ein atsmakk, men tað er eingin vandi í tí, sigur Jórun Hansen, góðskuleiðari í MBM.


Summi hava mett, at mjólkin virkar til at vera spilt, men tað afturvísir Jórun Hansen.


- So skjótt mjólkin ikki smakkar sum hon skal, so halda fólk at hon er súr ella spilt. Hendan smakkar eitt sindur sum kornfleks. Tað kemur fyri, og hevur tað nakað við fóðursamansetingina hjá mjólkineytunum at gera. Tað kann møguliga stavar frá, at ov nógv korn er í samansetingini.


Regluligar kanningar verða gjørdar av mjólkini, ið verður framleidd á virkinum. Hesin smakkurin er, sambært Jórun Hansen, ein smakkur, ið fyrst er íkomin nakrar dagar aftaná framleiðsluna. Mjólkin sjálv er, hóast hon smakkar eitt sindur øðrvísi, heilt vandaleys, sigur Jórun Hansen.


- Hetta er púra vandaleyst. Men um kundar ynskja tað, so kunnu tey fara aftur í handlarnar og býta vøruna um. Vit hava eisini heitt á handlar og skúlar um at senda okkum mjólkina aftur. Í samband við skúlunum er tað serliga tí, at vit ikki ynskja, at nakað barn drekkur hesa mjólkina, og so heldur seg ikki dáma mjólk framyvir.


Talan er um mjólkina, ið er dagfest at vera best fyri 14. apríl.