- Mjólk er meinaleys

- Sjálvspei skal til viðhvørt, sigur Carl Jóhan Jensen, sum tó ikki hevði viljað lutttikið í lýsingum fyri einhvørja vøru

LÝSINGAR
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
 
 
- Teir høvdu eitt gott hugskot, og teir vistu akkurát, hvat teir vildu, sigur Carl Jóhan Jensen, tá hann verður spurdur, hvussu lýsingarnar fyri MBM kom í lag. Hann leggur tó dent á, at hann hevði ikki lýst fyri einhvørja vøru, og hann kallar hesa lýsingina øðrvísi.
- Mjólk er so meinaleys, sum hann tekur til.
Spurdur, um hetta kann brúkast til at promovera sín skaldskap, sigur Carl Jóhan Jensen, at tað ger einki, um rithøvundur onkuntíð sleppa framat, tí annars hevði onkur annar farið avstað við hesum.
- Vit liva í einum marknaðarsamfelag, so vit rithøvundar kunnu ikki bara sita og bíða eftir, at onnur gera tað fyri okkum.
Spurdur, hvat hann sigur til metingarnar hjá Jan Berg Jørgensen um, at hetta skuldi gerast nú, tí kjansur er fyri at hann vinnur ta norðurlendsku bókmentavirðislønina, sigur Carl Jóhan Jensen lítillátin:
- Tað man ikki vera so stórur vandi fyri tí. Tað er ein av 11 møguleikum.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ein happening
 
 
Carl Jóhan Jensen velur at brúka tað enska orðið “happening” og føroyska orðið “skemtiltak”, tá hann skal greiða frá hesi nýggju lýsingini.
- Sjálvspei skal til viðhvørt.
- Tað nyttar einki at taka seg so hátíðarligt, sigur Carl Jóhan Jensen.
Jan Nielsen, marknaðarleiðari hjá MBM, sigur, at tey vóru spent upp á hesa lýsingina, og at Reproz fekk fríar teymar at gera hetta.
- Hann er jú rættiliga spesiellur, bæði so og so, sigur Jan Nielsen um Carl Jóhan Jensen.
- Tað ger einki, at tað er eitt sindur originalt!
Jan Nielsen sigur, at 2007 skal verða eitt mjólkarár, har MBM fer at upplýsa um mjólk og fáa útlendingar hendanvegin at fortelja um mjólk. Hetta skal vera eitt slag av heilsuætlan og skal m.a. gerast saman við námsfrøðingum og øðrum fakfólki.