- Tónleikafestivalurin Míttland boðar frá, at peningur er stolin í stórum nøgdum av kassanum, skrivar Míttland í tíðindaskrivið í kvøld.
Fyrireikararnir handan Mítland hava í kvøld ringt runt til tónleikararnir, sum spældu á ársins festivali, og sagt teimum frá, at eingin fær løn í fyrstu atløgu orsaka av stuldri.
Les eisini: Pengar stolnir úr kassanum á MíttLand
Nú sendir Míttland út eitt tíðindaskriv, har sagt verður:
"Tónleikafestivalurin Míttland boðar frá, at peningur er stolin í stórum nøgdum av kassanum til árliga tiltakið á Amagar. Hetta ávirkar rakstrarúrslitið á neiligan hátt í stóran mun. Málið er kannað, og nakað av peningi er funnið. Málið verður meldað til donsku løgregluna."
Og tað eru teir tríggir fyriskipararnir, Gudmundur Djurhuus, Hans Fróði Hansen og Gissur Patursson, sum skriva undir tíðindaskrivið.
Um eina løtu fáa vit viðmerking frá Gudmundi Djurhuus her á in.fo.










