Míttland: Tilvildin skapti Míttland

Gudmundur Djurhuus er pápi at konseptinum handan Míttland. Sambært honum er tað eitt sindur av tilvild, at festivaldagurin er komin í lag.

- Eg havi búð niðri í fleiri umførum. Fyrstu ferð var frá 1994 til 2000 og aftur frá 2004 til 2009. Tað, sum eg legði merki til, var, at ógvuliga fá tiltøk vóru í Danmark ætlað føroyingum. Longu tá fekk eg so hugskotið, at tað burdi verið okkurt fyri føroyingar her, so hugskotið hevur nøkur ár á baki.

- Fyrr í summar var eg so til landsdyst í Írlandi, har eg møtti Magna Arge. Eg tosaði við hann um hetta, og hann var ordiliga heitur upp á hugskotið. Hann bað meg fara heim at hugsa um tað og at arbeiða við tí, sigur Gudmundur.

Gudmundur fór síðani heim og ringdi til nakrar tónleikarar í Føroyum.

 - Eg ringdi til einar 30 og vónaði, at helvtin fór at siga ja. Men tað vísti seg, at øll søgdu ja, so tá stóð eg við einum luksustrupulleika, at eg mátti velja nakrar bólkar frá, sigur Gudmundur.

- Tað, sum eg havi roynt at lagt meg eftir, er at hava so blandaðar bólkar sum gjørligt, soleiðis at tað er eitt sindur til hvønn smag. Eg eri ótrúliga væl nøgdur við skránna og teir bólkarnar, sum vit hava fingið.

Spurningurin, sum nógv sita við, er, um Míttland er nakað, sum fer at vera afturgangandi.

- Við hesari ótrúligu undirtøkuni, sum hevur verið, er tað 100% víst, at Míttland verður aftur í 2014, sigur ein ógvuliga glaður og væl nøgdur fyriskipari av Míttland.