Karl Jóhan Mortensen úr Havn er búsitandi í Vanløse, og í dag er hann farin á MíttLand. Karl Jóhan er komin á MíttLand saman við fleiri øðrum føroyskum vinfólki, ið øll búgva í Keypmannahavn.
- Eg var eisini í fjør, og mær dámdi somikið væl, at eg gjørdi av at fara aftur í ár, sigur Karl Jóhan.
Ein av vinmonnunum hjá Karl Jóhan er John Erik Arge av Argjum, ið býr í Husum. Hann heldur, at MíttLand er sum ein lítil Ólavsøka á tann hátt, at tað savnar føroyingar allastaðni frá á einum stað.
- Tað er ikki bert musikkurin sum ger, at eg fari á MíttLand, men heldur fari eg fyri at hugna mær saman við vinfólki, og at møta nógvum føroyingum, ið eg sjáldan síggi í dagligdegnum.
Ímeðan John Erik gleðir seg til at hoyra Hallur og Jens Marna, so er tað serliga Eyðun, Terji og Kim, sum Karl Jóhan vil hoyra í ár.
- Eg tími best tann meira fólksliga tónleikin, so man kann syngja við, sigur Karl Jóhan.









