Í morgin byrjar konsertdagurin á Femøre, har yvir 20 føroyskir sangarar fara at framføra fyri útisetum í Keypmannahavn, og fyrstur á skránni er Stanley Samuelsen.
Ein countrypakki og eitt rockshow er nakað av tí, sum verður á skránni í morgin, tá ið Míttland fer av bakkastokki.
Countrypakki byrjar klokkan 15.20, og har fáa áhoyrararnir høvi at uppliva Hallur, Kristinu, Ólavur, Evi og Alex. Klokkan 17.40 byrjar rockshowið, og har vera tað Jens Marni, Edmund Jacobsen, Karl Martin og Pól Arni, sum eiga pallin. Eitt húsorkestur spælir undir hjá øllum solistunum í morgin.
Haraftrat verður undirhald frá Pipar&Salt, felagssangur og annað á skránni. Síggj skránna her: