Forsølan av atgongumerkjum til stóra tónleikadagin Míttland hevur gingið sera væl. Um 1300 atgongumerki eru longu seld í forsølu. Hartil verður eisini møguligt at keypa atgongumerki í Føroyahúsinum í kvøld og við dyrnar í morgin. Og soleiðis sum veðurforsagnirnar eru í løtuni - við stilli, sól og um 15 hitastigum um dagin - vænta fyriskipararnir, at nógv fólk afturat fara at leita sær út á Femøren, tá tiltakið fer í gongd í morgin.
Tá útlitini nú eru somikið góð, vænta fyriskipararnir at tað verða út við 2000 fólk, ið fara at savnast til stóra tónleikadagin. Umframt øll tey, ið hava keypt atgongumerki, verða so eisini øll tey, ið eru undir 14 ár og sostatt sleppa ókeypis inn til tiltakið.
Í kvøld verður skipað fyri upphiting við tónleiki, pubquiz og hugna í Føroyahúsinum á Vesterbrogade, og tá verður eisini møguleiki at fáa armbond og keypa atgongumerki. Tað tiltakið fer í gongd kl. 19 og varir til 23.30 í kvøld.
Fyriskipararnir gera tó vart við, at tað bert verður gjørligt at gjalda við reiðum peningi, um onkur vil ogna sær eitt atgongumerki í Føroyahúsinum í kvøld fyri 599 krónur.
Tónleikatiltakið Míttland byrjar klokkan 13.30 í morgin og koyrir við fullari ferð inntil á miðnátt, tá rundað verður av við tjóðsanginum.