Míttland: Rás2 sendir úr Keypmannahavn

Nú Míttland nærkast eru vertirnir hjá Rás2 farnir til Keypmannahavnar, og í kvøld og í morgin senda Mirjam Pætursdóttir og Evi Tausen frá Føroyahúsinum. 

Í kvøld frá 19.00 - 21.00 sendir Rás2 frá Føroyahúsinum í Keypmannahavn, har hitað verður upp til stóra konsertdagin í morgin. 

Í morgin sendir Rás2 frá Femøren frá 16.00 - 21.00, og har verður tosað við tónleikarar og fyrireikarar, eins og prátað verður við útisetar, sum leitað sær út á Femøren.