MíttLand nú eisini í Jyllandi

Fyrireikararnar aftanfyri MíttLand skipa fyri einum spildurnýggjum festivali í Jyllandi.

Fyrireikararnar aftanfyri MíttLand skipa fyri einum spildurnýggjum festivali í Jyllandi.


Hans Fróði Hansen hevði eina samrøðu í Ras2 í kvøld um MíttLand. Í samrøðuni kom hann eisini inn á at fyrireikararnar aftanfyri MíttLand arbeiða við einum stórum tiltaki, ið verður í Jyllandi.


Hann fekk ikki komi inn á akkurát nær tiltakið verður, men hóast hetta fekk hann sagt, at hetta er nakað ið Føroyingar í Jyllandi skulu gleða seg til.

Eisini segði hann, at hesin nýggi festivalurin verður líka stórur, um ikki enn størri, enn MíttLand festivalurin, ið er á Amagerstrand hetta vikuskifti.


Fyrireikingarnar til hendan nýggja festival eru ikki heilt klárar enn, men tó sigur Hans Fróði, at arbeiði er væl í gongd, og at teir eru rættiliga spentir. Hann vil tó ikki koma inn á nær og hvar í Jyllandi tiltaki verður.