- Føroyingar eru alt ov stirvnir og konservativir. Ikki sum her í Keypmannahavn, har man kann baða nakin, søgdu teir báðir Sjúrður og Jákup, tá ið teir komu í hvør sínari"naknari" drakt á pallin á Femøren fyrr í kvøld.
Sum ikki einaferð megnaðu Jákup Veyhe og Sjúrður Skaale, Pipar&Salt, at fáa smílini fram á áskoðarafjøldini, tá ið teir komu á pallin í heldur stuttligari drakt.
Teir prikaðu til føroyska sildastríðið, og hildu fyri, at føroyskar sild eru bannaðar í Danmark.
Melvis Stardust framførdi lagið "Hvat er lívið ikki herligt at liva", og síðani vóru tað Bent og Hendrik, sum sungu "Danmark er et dejligt land", og í báðum førum sang fjøldin væl við.