Míttland: Kalt, men ikki kvirt

Heystarkvøldið á Amager er við at fáa fastatøkur, og við kvøldinum er kuldin og eitt lítið lot komið. Hetta ávirkar tó ikki stemningin millum áhoyrarnar á Míttland nevnisvert. Stemningurin er framvegis rættiliga góður.

 

Føroyingum líkt hava fleiri gjørt seg út við føroyskum troyggjum, vøttum og húgvum. Sostatt hevur kalda heystkvøldið ikki ta stóru ávirkanina á fólk, hóast tað er rættiliga kaldligt í lotinum.

 

Júst nú hevur Sámal Ravsnfjall undirhildið við fleiri av sínum næstan óteljandi slagarum, og hetta ger, at lagið er framvegis rættiliga gott millum áhoyrarnar.

 

Eftir Sámal Ravnsfjall fer enn eitt av høvuðsnøvnunum, Kári P, á pallin. Og honum í hølunum kemur Hanus G, so framvegis er ríkiligt av góðum, føroyskum tónleiki eftir at hoyra á Míttland.