Brynhild Absalonsen er eitt av frásøgufólkunum á Míttland.
- Mín uppgáva er at presentera bólkarnar, sum eru á pallinum. Bæði tá teir koma á hann og fara av honum, sigur Brynhild.
Charlotta Djurhuus, sum er eitt av hinum frásøgufólkunum, ringdi til Brynhild fyri nøkrum mánaðum síðani.
- Hon manglaði ein at presentera bólkarnar saman við sær. Míttland er jú gjøgnum allan dagin, so tað hevði verið nokk so møtimikið at verið ein um at presentera allar bólkarnar. Hon spurdi so meg um at hjálpa sær, sigur Brynhild.
- Eg hugsaði um tað í eina tíð og kom so til ta niðurstøðu, at tað hevði verið stuttligt at prøvað.
Hóast hetta er fyrstu ferð, at Brynhild skal presentera bólkar á henda hátt, er tað ikki nakað, sum hevur nervað hana.
- Tað kundi ikki vera nógv øðrvísi enn at vera í sjónvarpi, sigur Brynhild, sum í fleiri umførum hevur verið vertur í Kringvarpinum eitt nú í 3-2.
Eitt sindur av arbeiði hevur Brynhild verið noydd til at lagt í fyrireikingarnar.
- Charlotta og eg hava skype’að nógv síðstu vikurnar. Haraftrat hava vit skrivað til allar bólkarnar og lisið nógv um teir, sigur Brynhild.
Kári P er eitt av nøvnunum, sum skulu spæla í kvøld. Brynhild gleðir seg nógv at hoyra fyrrverandi útisetan í Danmark.
- Eg havi hoyrt sangin ’Súrligar nætur í Keypmannahavn’ ótalligar ferðir, men ongantíð sungnan av Kára sjálvum. Vónandi fari eg at hoyra tann sangin í kvøld, og uttan iva fer hann at siga mær nakað heilt annað aftaná, sigur Brynhild, sum sjálv hevur verið útiseti í Keypmannahavn síðstu fimm árini.