Orðini eigur vágbingurin Palli Jacobsen, sum seinastu 10 árini hevur búð í Danmark. Hann hevur eins og mong onnur leitað sær út á Femøren í dag.
- Hetta er ógvuliga hugnaligt, og minnir mest um at vera á Ólavsøku, segði Palli Jacobsen við Rás2 fyri løtu síðani.
Hann hevur búð í Danmark seinastu 10 árini, har hann hevur arbeitt sum timburmaður, men hvørt ár vitjar hann heima í Vági minst tríggjar ferðir.
- Eg kenni meg enn sum ein vágbing í Keypmannahavn, sigur hann.
Hann hevur eisini fingist við at fyriskipa tiltøk fyri føroyingar í Keypmannahavn. Serstakliga er tað regattaðin í Norðhavnini, sum hann hevur fyriskipað, og hann heldur, at fyrireikararnir av tiltakinum Mittland hava gjørt sítt arbeiði fyrimyndarligt.
- Tað er ótrúligt at so nógvir føroyskir tónleikarar eru savnaðir á einum staðið. Flott, at tey hava fingið øll hesi fólkini til Danmarkar, sigur Palli Jacobsen at enda.