Ein tann mest lisni bloggurin í Føroyum er Birkblogg, sum Birgir Kruse skrivar. Í dag var Birgir til Míttland í Keypmannahavn.
- Míttland er eitt fínt tiltak. Alt hevur riggað væl, hóast tað er eitt sindur kalt, sigur Birgir.
- Tað, sum hevur riggað best, er, at øll spæla so stutt. Á tann hátt ber til at fáa eina langa perlurekkju av sangum. Sagt á ein annan hátt so verður fokus sett á sangirnar heldur enn sangararnar. Tað at øll spæla so stutt er stóra styrkin hjá Míttland.
Ongir bólkar spæla meira enn ein hálvan tíma hvør.
- Serliga tíðliga í dag hugsaði eg, at tað riggaði væl við hesum stuttu konsertunum. Tá hoyrdu vit nógvar góðar sangir út í eitt frá Stanley Samuelsen, Martin Joensen og øðrum.
Hjá Birgiri hava tað verið tvey hæddarpunkt gjøgnum dagin.
- Tað eina var Pól Arni Holm, fyrrverandi sangari í Týr, tá hann sang Ormurin Langi. Øll sungu við, og stemningurin var ótrúliga góður, sigur Birgir.
- Hitt hæddarpunktið var Kári P, sum sang og spældi ótrúliga væl.
Tað besta við Míttland hevur sambært Birgiri onki við sjálvan festivalin at gera.
- Síðstu vikuna hevur man kunnað lisið í donskum metroum deiliga sjálvironiska sitatið ”Jeg elsker at være færing i Danmark”. Av tí at tað er skrivað av einum føroyingi, so er tað bæði stuttligt og sjálvironiskt, og tað lýsir væl júst tað, sum vit gera við at vera til Míttland. Vit elska at vera føroyingar í Danmark, sigur Birgir Kruse at enda.