Leygardagin 29. september var veðraslakt á skránni í kjallaranum hjá Jóan Petur Joensen á Oyrarbakka. Alt meðan hotel í høvuðsstaðnum dystast við Heilsufrøðiligu starvsstovuna, tí hesi ikki sleppa at borðreiða við føroyskum kjøti, tí tað ikki kom av góðkendum sláturvirki, og tískil skuldi burturbeinast, so verður framvegis flett í fjósum, kjallarum og garasjum kring landið. Ein mannfólkaverð, sum enn livir á bygd, men stendur fyri bráum falli.
Tó so, bæði kvinnur og børn sleppa eisini upp í part, men teirra lutur er øðrvísi og uppgávubýtið er greitt.
Í kjallaranum hjá Jóan Petur á Oyrarbakka var talan um lokalt vektmet á Mikkjalsmessu. Tvæveturveðrurin, sum varð flettur, vigaði ikki minni enn 114 pund!
Mikkjalsmessa er annars dagurin, tá ein av teimum sjey høvuðseinglunum, Mikkjal, verður minstur. Umframt at berjast fyri tí góða og stríðast móti tí ónda, so er Mikkjal eisini ímyndin upp á gróður – og í Føroyum fellur tað so passaliga væl saman við heystinum, tá fjøllini verða gingin og slaktið er á skránni.









