Mitt Romney hevur vunnið uppstillingarvalið hjá republikanarunum í statinum Michigan Eftir at hava tapt í Iowa og New Hampshire eydnaðist tað í gjár Mitt Romney at vinna uppstillingarvalið hjá republikanarunum í Michigan.
Enn eru eingi tøl komin, men tíðindastovurnar skriva, at Mitt Romney vann, og at John McCain var á øðrum plássi.
Í sínari takkarrøðu segði Romney, at sigurin í Michigan er tað fyrsta stigið á vegnum fram ímóti at broyta alt tað skeiva í USA, sum hann tók til.
Demokratiski flokkurin boykottaði valið í Michigan, og sambært New York Times var valluttøkan sera lítil. Tað kost eisini av, at tað er ógvuliga kalt har.










