Mítt navn við hondskrift

Tað er heitið á verkætlan, sum fevnir um upplestur, tónleik og myndlist

Fólkini handan »Mítt navn við hondskrift« eru Lív Maria Róadóttir Jæger, Lasse Thorning Jæger og Hanni Bjartalíð. Sambært skrivi sent miðlunum er talan um eina verkætlan, sum umfatar upplestur, tónleik og myndlist. 


Í samstarvi við grafiska verkstaðin Steinprent kemur út eitt avmarkað upplag, 80 eintøk, av LP-plátuni á 180 grams vinyl, við upprunagrafiskum húsa, nýkomponeraðum elektroakustiskum tónleiki, og 10 nýskrivaðum stutt-prosatekstum.


Um tónleikin verður sagt, at talan er um upptøkur av rødd, realljóðum og gittar - modulerað og útsett í ljóðredigeringsforriti. Rá-upptøkurnar eru gjørdar í einari íbúð á 5. hædd á Vesterbro í Keypmannahavn og í einum strátaktum húsum á Fanø. 

Lasse Thorning Jæger, ið hevur gjørt tónleikin, lesur elektroniskan tónleik og ljóðlist á Syddansk Musikkonservatorium, og er búsitandi á Fanø.


Tekstirnir eru tíggju stuttprosatekstir á føroyskum. Tekstirnir hava staðið í Vencil, ið er tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum. Lív Maria Róadóttir Jæger er mag. art. filosofi og búsitandi á Fanø, og er tað hon, sum hevur skrivað tekstirnar.


Hanni Bjartalíð hevur gjørt húsan og myndlistarliga arbeiðið í samband við verkætlanina. Hanni Bjartalíð arbeiðir og er búsitandi í Finnlandi.


Emil Thomsen/ET Mastering í Aarhus hevur mastererað vinyl- og digitalútgávuna. 


Í samband við útgávuna verður upplestur, tónleikur og myndlist sýnd á skránni í Steinprent á Skálatrøð í Havn fríggjakvøldið klokkan átta.