Nú skuldi verið besta nátatíð, og fleiri bátar hava eisini verið og tikið hendan etiliga fugl.
Eitt sindur ymiskt er, hvussu hevur skorist. Menn úr Hvannasundi hava í vikuni verið í Havn við bæði ílidnum, feskum og skrædlaðum nátum, og tað hevur gingið hampiligt at sloppi av við men so heldur ikki meiri.
Ikki tí, prísurin er ikki ovurhonds høgur í mun til undanfarin ár, og helst hin sami sum í nøkur ár nú, men kortini má sigast, at 350 krónur til ein døgurða hjá tveimum vaksnum og tveimum trimum børnum er kortini ikki einki.
Nátamenn vísa tó á, at tað er nógv stríð av at fáa nátarnar til høldar, tí fyrst skal tú stima ein dag, síðani skal roytast, svíðast, vaskast, veingir, bein og høvd høggast av, áðrenn nátin kann fara í salt.
Tað síðsta slepst undan, um fuglurin skal vera feskur, og verður hann skrædlaður slepst undan øllum hinum, og tá liggur prísurin eisini millum 30 og 40 krónur.
Portalurin tosaði við hvannasundsmenn og nólsoyingar, sum seldu í Vágsbotni, og teir hildu, at tað var væl av náta til, men at tað kanska ikki hevði viðrað so væl, sum ynskiligt var.
Sum sagt eru vit mitt í nátatíðini, og gamalt var, at vertíðin var eina viku hvørju megin mánaðaarskiftið august/september. Jens Kjeld Jensen hevur tó sagt, at nátin helst er eina viku seinni á veg enn vanlig ár orsakað av lítlari føði, so tað skuldi merkt, at takast kann út í miðan september. So tey, ið ikki enn hava keypt sær eitt kók, nýtast ikki at stúra.