Mitsubishi Grandis kemur inn á MPV marknaðin úr einum heilt øðrum vinkli, enn vit eru von við, hann er lutfalsliga lágur við sera sportsligum designi.
Grandis livir upp til navnið, og hann er "grandiose" bæði so og so. Hóast bilurin er designaður soleiðis, at hann ikki sær so stórur út, er hann ein av størstu og rúmligastu MPV í sínum klassa.
Innrættingin er sera liðilig. Aftaru setrini kunnu øll leggjast niður, soleiðis at Grandis verður sum ein rúmligur vørubilur. Við setrunum uppi sita sjey vaksin fólk væl í bilinum.
Instrumentborðið er ergonomiskt rætt, og alt er lætt at koma til og at handfara. Girstongin situr í einum paneli í instrumentborðinum.
Alt er standard
Bilurin er lættur at koma runt við í býnum og koyrieginleikarnir eru fastir, tryggir og sportsligir.
Motorurin er ein 2,4 litur bensin, við framkomnu MIVEC-tøknini við broytiligari ventilstýring, og 165 hk. Diesel útgávan kemur seinni.
Alt er standard í Grandis. Í brochuruni er alt krossað av sum standardútgerð. Fyri at taka burtur úr rúgvuni, kunnu við nevna at hann t.d. hevur ABS bremsuskipan við EBD (Elektronisk Bremsekraft Distribution), dupultvirkandi bremsukraftforsterkara, BAS (Brake Assist System), airbag framman, í síðunum og gardinairbag, 17" alufelgur, fartpilot og heilautomatiskt klimaanlegg.
Mitsubishi hava sítt egnu stabilitetssystem, sum teir kalla MASC (Mitsubishi Active Stability Control) og MATC (Mitsubishi Active Traction Control). Skivubremsur eru bæði framman og aftan.
Einasta eykaútgerðin er, at hann fæst eisini við automatiskum girum. Grandis fæst eisini sum Van.
Í vikuskiftinum verður høvi at royna Mitsubishi Grandis og aðrar nýggjheitir sum t.d Mitsubichi Colt og Citroën C5. Ivan Johansen Bilar hava opið leygardagin 13. november frá 14-16, og sunnudagin 14. november frá 14-17.
Mitsubishi Grandis 2,4i Invite
Motorurin2,4 litur 4 syl. 16V og 165 hk
0-100 km/t10,0 sek
Bensinnýtsla10,6 km/l
Dekkstødd215/55-17
Stødd og vekt:
Longd476,5 cm
Breidd179,5 cm
Hædd165,5 cm
Eginvekt1.645 kg
Viðførisrúm320 litrar
Prísurkr. 355.000,- (+ kr. 3.500,- eyka fyri metallakk)
SøluumboðIvan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo