Mitsubishi Colt ? til Evropa um eitt ár

Hóast vit ikki hoyra so nógv til Mitsubishi persónbilarnar her um okkara leiðir fyri tíðina, er ein nýggjur Colt er komin á japanska marknaðin. Um eitt ár kemur Colt til Evropa

Hesin nýggi Mitsubishi Colt er gjørdur í samstarvi við Smart, ið hoyrir til stóru DaimlerChrysler konsernina. DaimlerChrysler eiga ein stóran part í Mitsubishi Motor Corp. Komandi ár kemur Smart við einum bili, sum er bygdur yvir sama plattform sum Colt. Colt er ein hatchback við 5 hurðum og rúmligari kabinu, har høgt er til loftið eins og á flestu nútímans bilum í hesi støddini. Baksetrið kann flytast aftur og fram, og stólaryggurin kann stillast. Eisini er baksetrið 5 cm hægri enn framsetrið. Bilurin fæst við 1,3 og 1,5 litur bensinmotorum við ávikavist 90 og 98 hk. Tá bilurin kemur á evropeiska marknaðin um eitt ár, verður eisini ein útgáva við trimum hurðum á skránni. Evropeiska og japanska útgávan verða ikki heilt eins.

Kelda: Bil Magasinet