Mitsubishi, ið eru kendir sum slóðbrótarar innan bensinmotorar við beinleiðis innspræning, hava nú eisini gjørt ein nýggjan turbodiesel motor við commonrail tøkni
Bilar
Magnus Gunnarsson
Mitsubishi Carisma DI-D hevur nýggja turbodiesel motorin. DI-D stendur fyri Direct Injection Diesel, og fáast við ávikavist 102 hk og 115 hk. Hesir motorar eru sera orkusparandi og trekkja væl. Tað er ein nútímans motortøknifrøði ið skilir DI-D motorin frá vanliga dieselmotorinum, við mekaniskari innspræning uppá 150 bar. Hetta er ein fult elektronisk innspræningsskipan, sum ger tað møguligt at stýra innspræningartíðini og mongdini av brennievni heilt neyvt. Nýggja skipanin arbeiðir við einum trýsti uppá 1800 bar í einum felags føðirøri, ið er meira enn 10 ferðir so nógv sum í vanliga dieselmotorinum.
Ríkiligt av kraft
Fyrimunurin við høga trýstinum er, at støvingin af brennievninum verður so fín, at drívmegin og orkusparingin verður munandi betri. Motorurin við 102 hk hevur so góðan snúningsmátt, at ikki er neyðugt at skifta gear so ofta sum annars. Bilurin er kvikur, trekkir væl og hevur ríkiligt av kraft til yvirhálingar.
Mitsubishi Carisma 1.9 DI-D
Motorurin: 4 syl. 1,9 litur 102 hk
0-100 km/t: 11,9 sek
Oljunýtsla: 8,2 km/l
Dekkstødd: 195/65-15
Stødd og vekt:
Longd 447,5 cm
Breidd 171,0 cm
Hædd 140,5 cm
Eginvekt 1275 kg
Totalvekt 1800 kg
Prísur: kr. 207.500,-










