Mitch kíndi neystunum

Luftin var líkasum farin úr Mitch, tá hon eftir óhugnaligu illsinnisglepsini hinumegin Atlantshav gav høgan sjógang men annars ongan skaða í Føroyum.

Niclas Johannesen


Hon royndi eitt sindur. Men aldubrotini eru sæð størri á hesum leiðum, og Mitch hevði illa nokk uppiborið heitið ?ódn?, tá hon legði brotini í Sandágerði mánadagin.

Kring landið vóru heldur ongar fráboðanir um skaðar, hóast dyggar ávaringar í ÚF sunnudagin. Eftir stóru ódnina í 1988 skal helst eisini nógv til, áðrenn nakar her á leiðum verður tikin á bóli.

Í Sandágerði kundi okkara myndamaður sostatt staðfesta, at meðan neystini fara við aldrinum, hvarv Mitch við aldunum.