Misvísandi tíðindaflutningur um teldlanýtslu

Í tíðindasendingini fríggjakvøldið 16. desember kl. 18 vóru tilmælini úr kanningini “Teldlanýtsla í fólkaskúlanum – ein eftirmeting” søgd at vera í stríði við nýggjastu PISA kanningina. Hetta er ikki so, tvørturímóti er fullkomiligt samljóð millum tað, sum kanningin um teldlanýtslu vísti, og niðurstøðurnar hjá OECD.

 

Tíðindasendingin letur lurtaran fáa ta fatan, at kanningin um teldlanýtslu ikki hevur hugt eftir niðurstøðunum í frágreiðingini “Students, Computer and Learning” (OECD, 2015). Hetta er ikki so, tí kanningin um teldlanýtslu er í sera stóran mun grundað á nevndu frágreiðing. Víst verður í frágreiðingini um teldlanýtslu á, at vit síggja í  OECD frágreiðingini, at næming­ar, sum brúka tøknina lítið, eru illa fyri fakliga og teir, sum brúka hana miðal, eru væl fyri, meðan teir, sum brúka hana nógv, eru illa fyri (Olsen og Ólavsstovu, 2016, s. 16).

 

Frágreiðingin hjá OECD um Students, Computer and Learning er frá 2015, og byggir á dátur frá PISA kanningunum í 2009 og 2012. Tíðindasendingin tykist siga, at niðurstøðan í OECD frágreiðingini er, at kunningartøkni er av tí illa. Hetta er tó ikki tilmælið hjá OECD, tí sum sagt verður í samandráttinum:

 

As these results show, the connections among students, computers and learning are neither simple nor hard-wired; and the real contributions ICT can make to teaching and learning have yet to be fully realised and exploited. But as long as computers and the Internet continue to have a central role in our personal and professional lives, students who have not acquired basic skills in reading, writing and navigating through a digital landscape will find themselves unable to participate fully in the economic, social and cultural life around them (okkara undirstriking; OECD, 2015, s. 15).

 

Tíðindainnslagið  heldur fram við at siga, at lond sum hava gjørt stórar íløgur í kunningartøkni til skúlabrúks uppliva heldur ikki nakra betring í úrslitunum hjá næmingunum. Í innslagnum verður sagt, at ein danskur digitaliseringsgranskari tekur undir við niðurstøðunum í PISA frágreiðingini. Hesin danski granskarin vísir til frágreiðingina “Students, Computers and Learning” (OECD, 2015), og nevnir, eins og Kringvarpið, einki um hvørki Noreg ella Danmark, sum sambært OECD eru millum tey lond, sum hava gjørt størstu íløgurnar í kunningartøkni til skúlabrúks og sum brúka kunningartøkni nógv í skúlanum. Har sæst ein fakliga gagnlig ávirkan av kunningartøkni:

 

In Belgium, Denmark and Norway, there is a positive association between computer use in mathematics lessons and performance in the computer-based assessment of mathematics, particularly when the comparison accounts for differences in students’ socio-economic status and in schools’ socio-economic profile. Students who use computers during mathematics lessons tend to score higher than students who do not. Denmark and Norway, too, are among the countries where students use computers at school the most (OECD, 2015, s. 155).

 

Hetta sama sæst eisini í nýggjastu PISA frágreiðingini, har tað hevur víst seg, at Danmark og Noreg hava staðið seg væl í støddfrøði.

 

This means that in Denmark and Norway, students’ greater familiarity with ICT (or, perhaps, greater motivation to take a test delivered on computer rather than one delivered on paper) could be part of the observed improvement in performance (okkara undirstriking; OECD, 2016, s. 188).

           

Tíðindainnslagið hevur vent øllum boðskapinum í frágreiðingini um teldlanýtslu á høvdið, og ger tað til ein spurning um at útvega teldlar. Bæði frágreiðingin um teldlanýtslu, umframt OECD- og PISA-frágreiðingar vísa á, at tað er ikki nóg mikið at útvega teldlar, men at teir skulu gagnnýtast sum eitt amboð til læring. OECD hevur staðfest, at ein moderat nýtsla gevur bestu læruúrtøku, og definerar moderata nýtslu til at vera online 1-2 tímar um dagin.

 

OECD endar sín samandrátt við at siga, at tøkni kann gera góða undirvísing betri, men framkomin tøkni kann ikki koma í staðin fyri vánaliga undirvísing (OECD, 2015, s. 17). Frágreiðingin um teldlanýtslu hevur nøkur einføld tilmæli, sum júst leggja dent á at bøta um undirvísingina við talgildari tøkni, soleiðis at teldilin (sum í hesum føri var kannaður) saman við aðrari talgildari tøkni verður eitt amboð til læring.

 

 

Erla Olsen og Vár í Ólavsstovu,

Adjunktar á Námsvísindadeildini, Fróðskaparsetur Føroya

 

 

Tilvísingar

OECD (2015). Students, Computers and Learning: Making the Connection. PISA, OECD Publishing. http://dx.doi.org/10.1787/9789264239555-en.

OECD (2016). PISA 2015 Results (Volume I): Excellence and Equity in Education. OECD Publishing, Paris. DOI: http://dx.doi.org/10.1787/9789264266490-en

Olsen, E. & Ólavsstovu, V. (2016). Teldlanýtsla í fólkaskúlanum – ein eftirmeting. Fróðskaparsetur Føroya, Tórshavn. http://setur.fo/namsvisindadeildin/gransking/fragreidingar/