- Misvísandi frágreiðing

- Effo virðir fult út, at Kappingareftirlitið kannar marknaðin, men staðfestast má, at frágreiðingin sum heild er misvísandi. Orsøkin er m.a., at eftirlitið ger samanberingar við skeivum fortreytum og uttan, at datagrundarlagið er rætt.


Tað skrivar oljufelagið Effo í tíðindaskrivi í dag, har tey finnast at kanningini, ið tey sum heild meta vera illa frágingna.


- Eftirlitið samanber t.d. ymisk produkt, ymiskar og ymiskt uppgjørdar og innsamlaðar prísir og so framvegis. Hetta gevur misvísandi samanberingar og niðurstøður.


Felagið vísir eisini á, at ein serfrøðingur, ið tey hava vent sær til, ikki metir, at tær samanberingar, ið eru gjørdar, halda.


- Kappingareftirlitið heldur seg ikki til hesa fortreyt og samanber lítla føroyska marknaðurin við heilt øðrvísi og nógv størri marknaðir. Samanborið verður enntá við ES-marknaðin við 500 milliónum brúkarum.


- Hesin arbeiðsháttur er sera ivasamur, og tí gevur frágreiðingin eina misvísandi mynd av føroyska oljumarknaðinum.


Les alla viðmerkinga hjá EFFO við at trýsta á her