Men Jóannes, bæði flaggið og málið vilja sleppa út at blaktra frítt, blaktra frítt, blaktra frítt og ljóða frítt, ljóða frítt, ljóða frítt. Tað eru 144 ár síðan kongligi einahandilin varð avtikin, er tað ikki upp á tíðina, at vit koma út við okkara innispunna tógvi? Út at blaktra og ljóða so tað rungar í? Jóannes, tú segði at tað stendur í Heimastýrislógini, at vit eru ein tjóð. Men tú segði ikki alt (og John Sigurð læt teg sleppa), tí tú gretti ikki, at tann danski teksturin, sum okkara danska stjórn gongur eftir, IKKI SAMSVARAR við tann føroyska,: hann sigur ikki, at vit eru ?en nation? ella ?et folk,? men ?et folkesamfund? - eitt orð sum er uppfunnið til Heimastýrislógina, tí teir ráðandi í Danmark sum enn hava evsta vald í Føroyum, ikki vilja viðurkenna okkum sum annað enn eitt serligt slag av norðurdanskarum - tað er jú argumentið fyri at teir eiga at hava buktina og báðar endarnar. Tey ungu vita ikki av sær sjálvum av hesum, teimum tørvar upplýsing. Men í samrøðuni millum Jóannes Eidesgaard og SVF týskvøldið fingu tey misupplýsing um, hvat Heimastýrislógin sigur um føroyskan tjóðskap. Er tað ikki ábyrgdarleyst, SVF og Eidesgaard, at breiða vankunnleika út? Vit gomlu, sum kenna tekstin, fingu ein trega í sálina og undraðu okkum enn eina ferð.
Turið Sigurðardóttir