Margreth og Hildibrandur Olsen hava seinastu árini mist tvey smábørn til ókenda sjúku.
– Hóast vit ikki kendu deyðsorsøkina hjá Rebekku, vístu kanningar, at heili hennara hevði ment seg normalt. Men talan ikki um nakra kenda sjúku, og var møguleiga eitt tilvildarligt brek, siga tey í Vikuskiftis Sosialinum, har tey siga sína søgu um sorgina.
Temaið í blaðnum í dag er um skattamálið hjá Eik og um bygnaðin í TF Holding.
Hoyrið Barbaru Holm, redaktør á Vikuskiftis Sosialinum greiða frá innihaldinum í blaðnum, sum fæst um alt landið – og sum kann keypast í e-útgávu á www.sos.fo