Fótbóltur
Tað gekk ikki hjá HB at skapa sær eitt fordeilaktugt útgangsstøði undan seinna dystinum móti íslendsku meistarunum úr FH. Í útidystinum í gjárkvøldið kom HB alt fyri eitt undir stórt trýst, og eftir 12 minuttum stóð 2-0 á talvuni. Fyrra málið skeyt vinstri bakkurin hjá FH, tá hann fangaði returbólt eftir skot á stongina, og tveir minuttir seinni økti Matthías Vilhjámsson, eftir at Tróndur Vatnhamar í fyrstu atløgu hálvbjargaði góðum stútara.
Skjóta leiðslan setti ferðina á íslendska spælinum nakað niður, og tað eydnaðist eisini HB at spæla seg longur fram eftir vøllinum. Og beint fyri hálvleik minkaðu teir um munin, tá Tommy Nielsen hjá FH beindi hornaspark í egið net.
Tað gingu tó ikki meira enn 12 minuttir av seinna hálvleiki. So hevði FH aftur skotið tvey mál. Sigurvin Ólafsson stútaði bóltin í netið til 3-1, og við góðum skoti kundi Matthías skjóta sítt næsta mál og fjórða málið hjá FH.
Úrslitið ber við sær, at HB neyvan skal gera sær tær heilt stóru vónirnar um at spæla seg víðari, tá teir eiga heimavøll á Tórsvølli. Íslendsku meistararnir vístu seg í so máta júst somikið sterkir, sum ótti var fyri, og enn restar nakað, áðrenn bestu føroysku liðini kunnu spæla við slíkari ferð, sum trífaldu íslendsku meistararnir gera tað.