Mistu takið, tá mest stóð á

Føroyar-Italia 22-28 (13-12)

Føroysku hondbóltsmenninir tóktust hampuliga leingi stevna móti sigrinum í einum fyri tað mesta sera tøttum dysti móti Italia í dag.

Fyrstu løtuna gekst einki serligt hjá okkara, men sum fyrri hálvleikur leið, fingu teir veruligt tak á verjupartinum. Og tá Levi Nybo samstundis stóð sera væl, og Sámal Joensen og Bárður Johannesen høvdu ein góðan dag við skotum sínum, togaðu okkara seg enntá framum undan steðginum.

 

Seinna hálvleik gekk javnt á fyrsta korterið, men so mistu okkara av álvara takið.

Tvær yvirtalsstøður kastaðu ikki tað stóra av sær, og Birgir Poulsen, Bárður Johannesen og Sámal Joensen misnýttu hvør sín 100% møguleika, og so slapp Italia avstað.

Seinastu løtuna noyddust okkara at forcera spælið í eini desperatari roynd at vinna gestirnar aftur, men ístaðin varð føroyska liðið so dyggiliga revsað, tá munurin øktist upp í seks mál.