Sunnumorgunin varð Sløkkiliðið sent út á Landavegin í Havn, tí eldur var í einum el-skápi. Talan var um eitt skammlop, og neistarokið stóð frá tí. Nøkur húsarhald í økinum mistu streymin, men fingu hann tó skjótt aftur. Í Klaksvík var eisini ein lítil eldsbruni fráboðaður um vikuskiftið. Eldur var komið í eitt lampustað tíðliga sunnumorgunin í einum sethúsum. Tað kundi staðist stórur skaði av tí, men tíbetur varnaðist húsaeigarin, at ein sikring brast og luktin. Hann fekk sær fatur á einum eldsløkkjara og fekk fyribyrgt eldsbrunanum, áðrenn Sløkkiliðið kom á staðið.