Vit mistu nógv og nógv rávøra fór fyri skeyti. Nakað av útgerð fór eisini, men ikki stóra útgerðin, og tað var heppið, tí vit høvdu fyri eini 200.000 krónur í útgerð, sigur Jógvan Heinesen, stjóri á Hotel Norð.
Hann metir, at í so máta spældi væl av, men sjálvsagt fingu tey, sum vóru í tjaldinum, ein skelk.
Mist søla
Vit mistu sjálvandi søluna handan dagin, og leygardagur er besti dagurin á festivalinum. Sjálvandi er ilt at siga, júst hvat sølan hevði verið. Men vit standa sum so á null og fáa dekka útreiðslurnar, men vinningur er ongin, tí vit hava stríðst í fleiri vikur, sigur Jógvan Heinesen.
Við aftur
Fyri framman er Fjarðafestivalurin, og har skal Hotel Norð eisini selja búffar.
Tað er tó munur á festivalum. Tjaldið stendur ikki so ábart, men hinvegin er talan um 2000 fólk, í mun til 10.000 á Summarfestivalinum, sigur Jógvan Heinesen.
Hann væntar eisini, at Hotel Norð verður við á Sjómannadegnum í Klaksvík 18. august.
Hvussu verður við Summarfestivalinum næst ár, veit Jógvan Heinesen iki, men um hann verður hildin, so væntar Jógvan, at Hotel Norð verður við aftur, men at fyrilit verða tikin fyri veðri og vindi.
Fleiri mist nógv
Tað hevur ikki eydnast at fáa fatur á fleiri av teimum, ið høvdu sølustøð á Summarfestivalinum, men sum skilst, so er støðan hin sama, sum hjá Hotel Norð. Nógv er mist, og í onkrum føri er talan eisini um dýra úrgerð, so sum ovnar og tílíkt.










