Liðskiparin hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen, var sjávlandi alt annað enn nøgdur, tá vit hittu hann í løtunum eftir dystin.
Sjálvandi serliga um úrslitið, men heldur ikki tóktist hann halda, at spælið var so gott, sum tað kundi verið.
- Eg haldi tó, at vit koma afturí aftur eina løtu, eftir at teir eru komnir á 2-0. Tá skapa vit nakrar kjansir, og høvdu teir givið mál, so kundi dysturin formað seg øðrvísi.
Tað gjørdi hann tó ikki, og sum Arnbjørn Danielsen segði, so helt hann, at tað móti endanum tóktist, sum var B36-liðið væl betri fyri kropsliga, soleiðis at gestirnir tá ongantíð fingu hótt av álvara.
- Tað haldi eg nú ikki. Men tað er klárt, at tá teir so aftur økja, so fer luftin úr okkum. Tað er nokk meira sálarliga enn kropsliga, at tann møðin kemur, helt Jákup Martin at enda.
-jm










