Mistu á heimavølli

Hull fekk bert málleysan javnleik burtur úr dystinum móti Bristol Rovers, og hetta var minni enn ætlað

 

Ongland


Hull City mistu leygardagin tvey týdningarmikil stig, tá tað ikki eydnaðist teimum at vinna á Bristol Rovers í ensku triðju deildini.

Bristol hevði undan hesum dystinum ikki skotið mál í fimm dystir á rað, og hetta eydnaðist teimum heldur ikki hesa ferð. Í ensku miðlunum verður sagt, at tað var rár hending, at Bristol hótti málið hjá Hull, men hóast Julian og teir so ruddiliga vóru við yvirlutan, so eydnaðist teimum ikki at seta avgerandi bóltin í kassan.

Tí er einki at siga til, at stóra hetjan eftir dystin var málverjin hjá Bristol Rovers, Scott Howie. Fleiri ferðir hevði hann framúrskarandi bjargingar, sum onkursvegna noyddi Hull at fara málleysar av vøllinum. Julian Johnsson spældi allar 90 minuttirnar hjá Hull.

Javnleikurin merkir, at Hull nú er á fjórða plássinum í fjórðbestu ensku deildini, men bert eitt stig er upp til annað plássið, sum hevur beinleiðis uppflytan til aðru deild.