Mistu fokus eina løtu

Eingin ivi var um, at føroysku kvinnurnar vóru nógv betri enn tær frá Jersey, men av tí at spælararnir ikki nóg væl megnaðu at halda fokus, gjørdist dysturin óneyðuga spennandi

FLOGBÓLTUR

 

Á pappírinum var Jersey løtt mótstøða hjá Føroyum, og tað var tað eisini partvíst í sjálvum dystinum. Men eftir eitt fyrsta sett, har alt gekk sum fótur í hosu og føroysku kvinnurnar vunnu 25-6, tóktist ringt hjá teimum at savna seg fult um uppgávuna.

Í teimum báðum seinnu settunum gjørdi føroyska liðið ein hóp av feilum, og fyri tað nógva var talan um púra óneyðugar feilir, tí Jersey-kvinnurnar, sum fyri tað mesta vóru komnar rímiliga nógv til árs, megnaðu ongantíð av álvara at trýsta.

Men tað, sum føroysku kvinnurnar góvu frá sær, tóku tær frá Jersey gleðiliga ímóti, og so fekk ikki verið øðrvísi.

Eisini gjørdi seg galdandi, at lætta mótstøðan elvdi til, at venjararnir vildu lata allar royna seg. Tað kostaði eisini eitt sindur, tí hvørja ferð onkur útskifting varð gjørd, fór rútman í eina løtu, so tí var sera lítið flótandi spæl at síggja í øðrum og triðja setti, sum bæði vórðu vunnin 25-16.

Kortini var eingin ivi um, hvønn veg dysturin fór, og serliga ímóti endanum á triðja setti sá spælið sera gott út hjá kvinnunum, ið kanska høvdu gott av at finna útav ímóti veikari mótstøðu, at tú ikki kemur sovandi til nakað í kappingini á Oyggjaleikunum.