Íslendska farmaskipið Goðafoss, sum var á Havnini í gjár, misti seks bingjur, tá skipið fekk ein sjógv í ódnarveðri á veg til Íslands í nátt.
Goðafoss kemur á Reykjavík í kvøld, og tá er ætlanin at kanna, hvat var í bingjunum, sum fóru í havið. Reiðaríið, Eimskip, sigur við íslendskar fjølmiðlar, at vanliga fara bingjur til botns, og at tað verður ikki roynt at taka tær uppaftur uttan so, at eitrandi evni er í teimum.
Eitt annað av skipunum hjá Eimskip, Dettifoss, kom í illveður við Hetland gjáranáttina, og tríggjar frystibingjur fóru í havið. Dettifoss var á Havnini leygardagin á veg úr Íslandi til Rotterdam.










