Mistu aftur á stokkinum

Stigini nokta at koma innanborða hjá StÍF. Hesa ferð høvdu tær VB á knøunum, men mistu í evstu løtu takið

StÍF-VB 23-24 (14-15):


Tað byrjar at líkjast eini sálarligari blokadu hjá StÍF. Triðja dystin á rað mistu tær nevnliga ein sigur, sum tær tóktust hava vunnið. Eftir at Neistin og Kyndil seinastu tvey vikuskifitni hava bjargað sær úr takinum hjá StÍF, vóru tað hesa ferð kvinnurnar hjá VB, sum í evstu løtu vunnu sær stigini.


Talan var fyri tað mesta um ein rættiliga javnan dyst leygardagin. VB hevði kanska betra takið stóran part av tíðini, og fyrstu løtuna eftir steðgin høvdu tær veruliga hug at avgera dystin.

Seinasta korterið tók heimaliðið tó veruliga yvir. Tær vunnu seg frá 15-20 upp á javnleik, 21-21. Og tá tær fýra minuttir fyri leiklok skoraðu til 23-22, luktaði av álvara av eini hálvstórari sensatión.

Men gestirnir vildu tað tó øðrvísi. Guri Mortensen og Daiva Toumaite áttu seinastu málini í dyustinum, og so máttu tær hjá StÍF bara ásanna, at tær triðja dystin á rað mistu á stokkinum, tá avgerandi minuttirnir skuldu spælast heim.

VB helt hinvegin fast um sína vón um ein sess í FM-finaluni.


Fakta um dystin

StÍF-VB 23-24 (14-15)

10 min: 6-8

20 min: 11-12

40 min: 15-18

50 min: 20-21

Málskjúttar

StÍF: Rebekka Justinussen 10(2), Ninna K. Johansen 4, Fríðrún Danielsen 3, Signhild Petersen 2, Súnfríð Johansen 2, Rósa Johansen 1, Jóhanna í Króki 1

VB: Daiva Toumaite 12(7), Miriam Michelsen 3, Gurið Mortensen 3, Christina Holm 3, Monika Samuelsen 2, Laila Jespersen 1

Brotskøst: StÍF 3, VB 7

Útvísingar: StÍF 4, VB 2

Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen