Mistu 1,5 millión

Frystigoymslan í Vági hevur mist 1,5 millión, tí tað gekk so leingi hjá Vinnumálaráðnum at finna eina loysn á trupulleikanum við skipum, sum ES ikki hevur góðkent - Tað er spell, at tað skuldi ganga so long tíð og veruleikin er, at bíðitíðin hevur kostað okkum stórar ordrar.

Johan Dahl hevur frystigoymsluna í Vági og hann er eisini fegin um, at Vinnumálaráðið nú hevur funnið eina loyns á trupulleikanum við skipum, sum ES ikki hevur góðkent og sum vit umrøða í greinini longur niðri á Portalinum: Fyribils loysn á stórum trupulleika.

- Men tað spell, at vit skulu hava gjørt vart við ein trupulleika í so langa tíð, men so hendir onki, fyrrenn fjølmiðlarnir fara at larma.

- Tá ið fjølmiðlarnir so settu ljóskastaran á málið, vísti tað seg, at ein loysn kundi finnast í eini handavending.

- Tí kunnu vit spyrja, hví loysnin ikki er funnin enn.

Johan Dagl staðfestir, at úrslitið av hesum drálinum er, at frystigoymslan í Vági hevur mist 1,5 millión í inntøku, tí skip, sum eftir ætlan skuldi koma til Vágs, mátti aðrastaðni

Les eisini greinina: Nøktandi fyri okkum