Grundlógaravhoyring var í Føroya rætti í dag, har ein ungur maður varð førdur fram fyri dómara, tí illgruni var um, at hann hevði goymt rúsevnir innvortis.
Skuldsetti varð afturhildin í tollinum á flogvøllinum í gjár fyrrapart, tá hann kom við til landið úr Keypmannahavn. Ákærin greiddi frá, at tollhundurin hevði gjørt vart við, at okkurt var illgrunasamt við ákærda, og við kanning av ákærda bleiv ein sleikisneis, ið møguliga hevur rúsandi evnir í sær, funnin í viðførinum.
Tollararnir mettu tó, at neyðugt var við eini CT-skanning eisini fyri at staðfesta, um skuldsetti hevði goymt rúsevnir innvortis, men hesum noktaði skuldsetti fyri. Tí bleiv hann handtikin av løgregluni og førdur fyri rættin.
Ákæruvaldið kravdi, at skuldsetti bleiv settur í varðhald í tríggjar ferðir 24 tímar, so at løgreglan kundi halda eyga við tí, ið kemur av honum.
Tað verður møguliga tó ikki neyðugt, tí í rættinum í dag upplýsti verjin, at skuldsetti hevur samtykt at samstarva við løgregluni, og lata seg kanna á Landssjúkrahúsinum. Tí kravdi verjin eisini, at dómarin vísti umbønini um varðhaldsfongsling frá sær, tí mett varð, at tað ikki var neyðugt at afturhalda skuldsetta í trý døgn, tá kanningin á sjúkrahúsinum einans tekur eina løtu.
Dómarin metti tó, at manglandi samstarvsviljin frá skuldsetta, og tað, at hann í 2016 fekk ein líknandi dóm fyri innvortis smugling av rúsevnum, var orsøk nokk til at geva ákæruvaldinum viðhald.
Dómarin legði tó dent á, at um kanningin í CT-skannaranum vísti, at har var einki at koma eftir, so var helst ikki neyðugt at afturhalda skuldsetta í trý heil samdøgur.