Ein ungur maður er nú settur í varðhald, tí hann er undir illgruna fyri at hava smuglað hassj til Føroya.
Løgreglan hevur ikki nøkur beinleiðis prógv, tí illgruni er nevniliga um, at hann hevur smuglað hassjið innvortis, antin við at hava svølgt tað, ella við at hava stungið tað upp í baktarmin.
Maðurin er komin við flogfari til Føroya og var tikin á veg inn í landið.
Av tí at illgruni var um at hann hevði hassj í sær, varð maðurin førdur fyri rættin.
Har varð hann fongslaður í tríggjar dagar og tað skuldi verið nóg mikið til, at hevur hann nakað innvortis, skuldi tað verið komið fyri dagin tá.
Løgreglan hevur ikki nógvar upplýsingar um málið, men váttar kortini, at talan er um ein gamlan kenning.
|









