Italski forsætisráðharrin, Paolo Gentiloni, hevur fordømt skottilburðin, har ein maður í einum koyrandi bili skeyt eftir afrikanskum tilflytarum á gøtuni í Macerata og særdi minst seks fólk.
Minst ein av teimum særdu er í lívsvanda, sigur borgarstjórin, Romano Carancini við sjónvarpsstøðina Sky.
Offrini í álopinum vóru ein kvinna og fimm menn.
– Hatur og harðskapur skal ikki spjaða okku,m, sigur italski stjórnarleiðarin, sum lovar, at tey seku skulu rættarfylgjast og revsast.
Gentiloni sigur, at Italia fer fylgja væl við teimum, sum royna at birta undir harðskap í landinum.
Ein italsku maður, sum er politiskt aktivur í innflytarafíggjandilagi Liga Nord, er handtikin fyri álopið.
Myndugleikarnir siga, at tann handtikini, 28 ára gamli Luca Traini, var valevni hjá flokkinum til eitt lokalval í fjør í býnum Corridonia. Hann varð ikki valdur.
Sjónbandaupptøkur, sum blaðið il Resti di Carlino hevur á heimasíðuni, vísir ein mann við italskum flaggi um herðarnar. Upptøkurnar vísa, at maðurin varð handtikin, eftir at hann var flýddur í bili sínum.
Italski býurin er miðskeiðis í landinum umleið 200 kilometrar eystan fyri Rom. Macerata hevur um 40.000 íbúgvar og liggur millum San Marina og Rom miðskeiðis í Italia.
Skottilburðirnir vóru bert fáar dagar eftir at eitt sundurlimað lík av eini 18 ára gamlari italskari kvinnu varð funnið í tveimum kuffertum. Her er ein flótti úr Nigeria handtikin í sambandi við málið.
Reuters skrivar, at álopið kann fáa týdning fyri italska valið, sum verður 4. mars. Meiningakanningar henda á, at mið-høgraflokkarnir, sum ynskja ein meira innflytarakritiskan politikki, fara at vinna.
/ritzau/Reuters