Mistonkti drápsmaðurin kann vera deyður

Maðurin, sum er mistonktur at vera geningsmaðurin frá yvirgangsatsóknini í Barcelona í gjár, kann vera dripin

Maðurin, sum er mistonktur at vera geningsmaðurin frá yvirgangsatsóknini í Barcelona í gjár, kann vera dripin.

 

Ein løgreglukelda upplýsir, at maðurin, sum verður hildin at vera geningsmaðurin, kann vera dripin í Cambrils.

 

Ein eftirlýstur bilførari á einum vøruvogni, sum hósdagin pløgdi inn í mannamúgvuna á Las Ramblas í Barcelona og drap 13 fólk, kann vera millum teir fimm álopsmenninar í strandarbýnum Cambrils.

 

Tað upplýsir løgreglukelda sambært tíðindastovuni AFP.

 

Løgreglan eftirlýsti fyrr í dag 17 ára gamla Moussa Oukabir, sum verður hildin at vera tann, sum koyrdi vøruvognin í spanska stórbýnum.

 

Álopið í Cambrils, sum liggur sunnan fyri Barcelona, hendi í nátt, fleiri tímar eftir at gerningsmaðurin úr Barcelona var flýddur.

 

Allir fimm persónarnir, sum vóru í álopinum, eru dripnir av løgregluni.

 

Ein kvinna, sum var illa skadd í álpinum, er nú deyð.

 

Álopið, sum varð framt við einum Audi, hevur skatt fimm onnur fólk.

 

Harvið eru 14 fólk deyð í tveimum álopum. Og í minsta lagið 130 er skadd, teirra millum tveir danskir ríkisborgarar. Ofrini eru úr 30 ymsum londum.

 

/ritzau/