Tað endaði við 2-1 heimasigri, tá ið Víkingur seinnapartin hevði vitjan av B68, sum er illa spert í kappingini um at sleppa undan at flyta niður.
-Okkara menn arbeiddu sera væl og nógv, og eingin eigur so góðar áskoðarar, sum vit eiga. Vit høvdu fleiri góðar møguleikar at fáa mál, men tíverri varð tað bara flotta málið, sum Mohamed Samba skoraði eftir flott uppspæl og sending frá Hugini Samuelsen. Men vit gjørdu ov nógv mistøk í verjuni og tóku ikki av, tá ið vit spældu okkum til góðar málmøguleikar. Vit eru í vanda fyri at flyta niður, men vit arbeiða nógv og væl. Tað verður ikki lætt, men vit rokna við, at tað fer at eydnast at varðveita plássið í bestu deildini, sigur Jákup á Borg venjari hjá B68.
-Avrikið kann vera betri, enn tað var í dag, og tað hevur verið seinastu ferðirnar. Í dag var tað ikki sannførandi í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin var tað væl frægari, og tá syrgdu vit fyri, at tað ikki var so innviklað og ofta kiksað, sum tað var í fyrra hálvleiki, sigur Rasmus Nolsøe, sum er hjálparvenjari hjá Víkingi.
Jákup Johansen legði Víking á odda beinanvegin við skoti úr 18 metrum, sum eykamálverjin hjá B68 Terji Brynjarsson ikki rakk eftir. 2-1 sigursmálið skoraði Martin Klein Joensen, sum í dag var millum teir fyrstu ellivu. Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki, og eftir tað vóru góðir møguleikar í báðum endum, uttan at tað eydnaðist at skora fleiri mál.
-
Víkingur – B68 2-1 (1-1)
1-0: Jákup Johansen
1-1: Mohamed Samba
2-1: Martin Klein Joensen
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson, Noah Mnenéy, Géza Dávid Túri, Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Martin Klein Joensen
B68: Terji Brynjarsson – Fríði í Túni Petersen, Aidan Liu, Aleksandur Ó. Jensen, Bárður Ó. Jensen – Tonni J. Thomsen, Sebastian Lau Nielsen – Samba, Hugin Samuelsen, Esmar P. Clementsen – Boubacar Sidik Dabo











