Lerwick: - Eg haldi, at yvirblikki var ikki í lagi hasa løtuna. Eg liggi fremstur í feltinum, og so koma tríggir aftanífrá. Tá eg síggi, hvat er hent, er eitt hol longu komið, og tað hevði kostað sera nógvir kreftir, um eg skuldi roynt at lukka tað.
Soleiðis staðfesti Bogi Lenvig, tá vit eftir renningina á 5.000 metrum fingu orðið á hann.
Renningin háttaði seg soleiðis, at tríggir rennarar stungu av eftir fyrsta triðingin, og hesar fekk Bogi ongantíð aftur. At hann kortini hevði nakað eftir í sær, prógvaði hann væl og virðiliga á seinastu rundini, tá hann yvir hálvan umgang spurtaði seg sannførandi inn á fjórða plássið. Men nøgdur var hann kortini ikki. Ikki minst, tí hann við hesum ikki megnaði at verja bronsuna, sum hann vann á Guernsey fyri tveimum árum síðani.
Tíðin, sum verður runnin, er annars ikki so ræðandi, og hevði eg runnið rætt, so kundi eg væl verið við. So nøgdur eri eg avgjørt ikki, staðfesti Bogi Lenvig at enda.
Sam Vang tók eisini lut. Hann gjørdist næst aftastur av luttakarunum.










