Misti tamarhaldið á bilinum og fór út av

Ein bilførari slapp væl burtur úr einum óhappi

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Suðuroy har ein bilur fór útav. Óhappið hendi á landsvegnum oman fyri Hov, har ein bilur kom ov langt út á jaðaran. Av tí sama misti hann tamarhaldið á bilinum og tí fór bilurin út av og bóltaði runt. Løgreglan sigur, at sjúkrabilur varð sendur á staðið, men bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, fekk ongan skaða.

 

Løgreglan sigur, at annars hevur tað verið stak friðarligt. Norðan fyri varð boðað frá, at roykur stóð úr einum húsum, men tá ið málið varð kanna, vísti tað seg bara at vera dampur.

 

Ein maður hevur eisini ringt til løgregluna at boða frá at hann varð sligin, uttan nakra sum helst orsøk og tað er eitt mál, løgreglan kannar.