Misti tamarhaldið

Sunnudagin, beint eftir middag, var eitt ferðsluóhapp á Vestmannavegnum. Talan var um ein bil, sum var á veg niðan úr Gassádali. Í svinginum niðri í botninum á dalinum, misti førarin tamarhaldið á bilinum. Hált var og bilurin fór nakrar ferðir runt á vegnum. Ongin av teimum trimum fólkunum í bilinum fekk skaða.