Misti sjónina vegna strongd

»Eg eri á lívi - mær vantar bert sjónina«. Henda setningin nýtir Ovin Klein Olsen hvørja ferð hann heldur fyrilestur um lív sítt

»Eg eri á lívi - mær vantar bert sjónina«. Henda setningin nýtir Ovin Klein Olsen hvørja ferð hann heldur fyrilestur um lív sítt.

 

Í 1990 valdi hann saman við familjuni at hála tjaldsteyran úr jørð og flyta til Randers í Jútlandi í Danmørkini, har hann sum frálíður hevði nógv jørn í eldinum. Millum annað gjørdist hann leiðari av Randbøldal krónni. Hetta var í 2004, men longu í 2006 varð hann noyddur at gevast við virkseminum vegna álvarsliga sjúku. Hann gjøridst nærum blindur.

 

Tá ið hann kom til viðgerðar, kundi læknin staðfesta, at hann var vorðin sjúkur vegna strongd. ”Du har gabt om for meget”, sum hann málbar seg.

 

Stutt aftaná flutti hann til Vejen, har hann settist at samanseta sangir um lív sítt. Hesir komu út á eini fløgu í 2010.

 

Lívið hjá Ovin hevur broytt seg munandi seinnu árini. Í dag er hann glaði trobadururin, ið við gittara í hond leitar sær út á mongu bygdarhúsini og veitsluhølini at undirhalda. Samstundis er hann vorðin ein sera væl umtóktur fyrilestrahaldari.

 

Tá ið Ovin leitar sær út á ymsu spælistøðini at vísa síni kynstur, hevur hann í flestum førum Pia Kamp Brincker við sær. Í felag hava tey sett á stovn duoina ”Duetten”. Umframt at vera ein dugnalig sangarinna, er Pia eisini ein kendur sjónleikari.

 

Hvat sjónini viðvíkur, er støðan í løtuni, at Ovin sær 8% á øðrum eyganum og 4% á hinum.