Misti rør av lastbili sum rakti persónbil

Lastbilførarin varnaðist, at hann hevði mist rørið og steðgaði. Nú verður málið kannað, og finnast skal fram til, hví rørið reyk av lastini, sigur løgreglan.

 

Seinnapartin í gjár fór ein hending fram á landsvegnum millum Sandvíkarhjalla og Sund.

 

- Ein lastbilur, sum koyrdi suður eftir, misti eitt rør av lastini, sum lendi á einum persónbili, sum var á veg norðureftir.

 

Tvey fólk vóru í persónbilinum.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tíbetur hendi eingin persónsskaði, men persónbilurin fekk stóran materiellan skaða.

 

- Lastbilførarin varnaðist, at hann hevði mist rørið og steðgaði. Nú verður málið kannað, og finnast skal fram til, hví rørið reyk av lastini.

 

Løgreglan sigur, at lastbilførarin í fyrsta umfari verður skuldsettur fyri brot á ferðslulógina.

 

- Men, vísir tað seg, at rørið var bundið eftir forskriftunum, og okkurt kann hava verið galið við heftunum, kann skuldsetingin broytast.

 

Vaktleiðarin visti ikki í morgun at siga, hvussu langt rørið var, ei heldur hvørjum tilfari tað var úr, men sum skilst var hetta eitt vítt rør í ummáli.

 

Um verri vildi til, kundi persónsskaði saktans staðist av hendingini í gjár.