Misti ringin á føðideildini

Í mikudagssosialinum stóð at lesa um ein føroyskan giftiring, sum løgreglan í Esbjerg hevði fingið hendur á. Lýst varð eftir eigaranum, og longu dagin eftir ringdi ringaánarin á Sosialin

Tey møttust niðri á Skarv í Keypmannahavn fyri júst 20 árum síðani. Mourentsa og Manbjørn. Hon er ættað úr Havn og hann úr Søldafirði, og um hesa tíðina arbeiddi hon á Skipafelagnum í Danmark og um vikuskiftini vaskaði hon á Skarv.
Henda dagin í apríl, beint tá Skarv skuldi lata upp, sótu Mourentsa og ein vinkona og hvíldu seg eftir at hava gjørt reint. Tá koma nakrir mans inn, og millum teir er Manbjørn, sum saman við nøkrum vinmonnum hevur verið sunnanfyri og ferðast. Mourentsa og Manbjørn fella í prát, og góð tvey ár seinni giftast tey í Gøtu kirkju. Tann 7. september 1984, júst sum stóð í ringinum.

Ringurin vekk

Manbjørn og Mourentsa eiga trý børn. Tá hon lá á føðideildini um mánaðarskiftið mars/apríl í 1985 eftir at hava átt sítt næsta barn, misti hon ringin vekk.
? Eg lá á føðideildini, og so skuldi eg út at tosa í telefon, greiðir Mourentsa frá.
? Meðan eg var við barn, var eg hovnað so mikið, at eg fekk ikki havt ringin á, so hevði tikið hann av, og hongt hann í eina gullketu, sum eg hevði um hálsin. Men hesa ketuna hevði eg ikki um hálsin tá eg svav, og tí lá hon, við ringinum, á náttborðinum við síðuna av songini. Tá eg so kom aftur eftir at hava tosað í telefon, vóru ketan og ringurin vekk. Sjúkrasystrarnar á deildini hjálptu mær at leita, vit endavendu songini, leitaðu allastaðni, men ketan og ringurin vóru vekk, so hetta var eg sjálvandi kedd av. Tað varð eisini leitað á vaskarínum, og eg var fleiri ferðir aftur á deildini og fregnaðist, um ringurin nú kanska var komin afturíaftur. Og av tí, at eg lá einsamøll inni á stovuni, so var ongin, sum kundi siga mær, hvør hevði verið inni har, meðan eg var og tosaði í telefon.
Men so var ikki. Ringurin var burtur. Mourentsa var eisini á politistøðini fleiri ferðir fyri at vita um nakar var komin við ringinum har. Men ongin ringur. Tó ikki so, Mourentsa fór ikki tómhent aftur av føðideildini. Við sær hevði hon sonin, sum seinasta leygardag fylti 17 ár.

Gav upp

Eftir fleiri vitjanir bæði á føðideildina og politistøðina gav Mourentsa upp at leita eftir súmbolinum uppá giftarmálið millum hana og Manbjørn.
? Eg var sjálvandi kedd av, at ringurin varð vekk, men tað var ikki nógv at gera. Men eitt lítið ár aftaná, meðan vit vóru stødd til eina brúðarvígslu í Vesturkirkjuni, fiskaði Manbjørn ein nýggjan ring upp úr lummanum, so tað var sjálvandi eisini romantiskt í sær sjálvum. So eg havi ikki gingið uttan ring tey seinastu seytjan árini.
? Tað, sum eg haldi er so løgið er, at tað eru júst 17 ár síðani at ringurin hvarv, og at hann nú er funnin. Hetta hevði eg als ikki væntað.

Funnin aftur

Týsdagin á middegi ringdi telefonin á løgreglugarðinum í Havn. Løgreglan í Esbjerg var komin fram á ein giftiring, sum teir hildu onkur føroyingur átti. Teir vóru komnir fram á ringin í eini rannsókn heima hjá eini danskari kvinnu, sum varð mistonkt fyri folabrotsverk (hæleri). Har funnu teir alskyns prýðislutir, og føroyski giftiringurin var tann einasti teir veruliga kundu identifiserað.
? Løgreglan í Esbjerg sigur, at teir hava eina rúgvu av ringum liggjandi, sum teir ikki finna eigaran til, men av tí, at "Manbjørn" stóð í ringinum hildu teir, at hetta helst mundi vera føroyskt. Teir høvdu tó misskilt tað eitt sindur, tí í ringinum stóð "Tín Manbjørn", og hildu teir, at Manbjørn var eftirnavnið og tín fornavnið, greiðir Andras Poulsen á politistøðini í Havn frá.
? Vit hava onga hóming av, hvussu ringurin kann vera endaður í Esbjerg, men løgreglan har niðri heldur, at danska kvinnan hevur keypt ringin frá onkrum misnýtara fyri ein bíligan penga. Ringurin hevur uttan iva skift hendur nakrar ferðir áðrenn hann endaði so langt vekk, sigur Andras.
Tey, Sosialurin hevur tosað við, halda øll, at hetta er ein sera stuttlig hending, og eisini løgreglan í Esbjerg hevur víst áhuga fyri málinum. Teir hava biðið løgregluna í Havn um eitt eintak av greinini í Sosialinum, sum teir so sleppa at síggja. Ein løgreglumaður í Esbjerg er giftur við føroyskari kvinnu, og hon er so sett at umseta fyri teimum.
Men fegnast av øllum munnu Manbjørn og Mourentsa vera.
? Tá Manbjørn kom heim týsdagin sá eg, at hann hevði eitt so løgið smíl, fortelur Mourentsa flennandi. ? Hann hevur Sosialin í hondini, og vísir mær so, hvat í har stendur. Men tá hevði eg longu frætt um tað.
Løgreglan í Esbjerg sendir ringin til Havnar, og har kann Mourentsa fara eftir honum fyrsta dagin.
? Eg vænti, at eg taki tann gamla ringin á. Tað er hóast alt ikki tað sama at ganga við hinum ringinum, so eg haldi, at eg eigi, at taka tann gamla á, sigur Mourentsa, sum er rættiliga bilsin yvir gongdina við ringinum, at enda.