Misti posa við 70 lírum fyri bakka

Tummas Frank Joensen í Skúvoy sigur, at tað var rættiligt brattlendi, har maðurin misti posan, sum tískil fór fyri bakka.

Skúvoy man teljast millum bestu lírapláss í landinum. Her verður nógvur líri tikin í september mánaði, kanska nakrir hundrað, tá tað gongur best.

 

Eitt kvøldið herfyri, tá menn tóku líra í myrkrinum í Skúvoy, misti ein maður, sum gekk í brattlendi á oynni, posan við øllum lírunum, sum hann hevði fingið.

 

Tummas Frank Joensen í Skúvoy sigur, at tað var rættiligt brattlendi, har maðurin misti posan, sum tískil fór fyri bakka.

 

- Maðurin hevur fingið sjeyti lírar, og teir fóru allir sín veg við posanum hetta kvøldið, sigur hann.